Ongi úrslit

Svensk prinsessa eisini nevnd

Skuldi sita saman við Epstein

© People.com
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Sofia prinsessa av Svøríki var boðin sum persónligur gestur hjá Jeffrey Epstein, til sýningina av filminum Les Misérables á Broadway í New York í 2012.

Tað vísir ein innbjóðing, sum er partur av teimum milliónatals skjølunum, sum nú eru almannakunngjørd, skrivar Expressen.

Nýggju avdúkingarnar standa í stórari andsøgn við undanfarnu forkláringarnar hjá svenska kongshúsinum.

- Sofia prinsessa hevur hitt viðkomandi- Jeffrey Epstein, í nøkrum førum fyri umleið 20 árum síðani. Síðani tá hevur einki samband verið, skrivaðu tey í einum telduposti til Expressen fyrst í desember.

Hettar var sagt, tá tað var komið fram samskifti millum Epstein og Barbro Ehnbom, sum vísur afturvendandi samband.

Ehnbom stovnaði BBB-netverkið - Barbro's Best & Brightest - fyri ungar ambitiøsar kvinnur í 2001. Tað var upprunaliga ætlað kvinnuligum lesandi á handilsskúlanum, men var seinni víðkað. Sofia prinsessa var ein av ungu kvinnunum í BBB.

Sofia Hellqvist og Barbro Ehnbom

Teldupostar millum Barbro Ehnbom og Jeffrey Epstein avdúka nú, hvussu hon fekk hann at seta milliónir í BBB. Teldupostarnir eru gjørdir tøkir gjøgnum aktivistbólkin DDoSecrets.

Tær vísa eisini týðiliga, hvussu Barbro Ehnbom skrivaði um – og sendi myndir av – Sofiu prinsessu til Epstein.

Í útgivnu teldupostunum skrivar Barbro Ehnbom millum annað til Epstein:

-Hetta er Sofia, ein komandi sjónleikarinna, sum júst er komin til New York. Hon er tann gentan, sum eg segði tær frá, áðrenn eg fór, sum eg helt, at tær kundi dámt at hitta. Kanska kunnu vit vitja, áðrenn tú fert í jólafrí?

Epstein svaraði henni:

-Eg eri í Karibia. Hevur hon hug at koma í nakrar dagar? Eg sendi ein ferðaseðil.

Innbjóðingin til Broadway sum nú er komin fram í ljósið, var send prinsessuni í 2012, meira enn tvey ár, eftir at hon og Carl Philip prinsur offisielt vóru vorðin par.

Á gestalistanum sæst, at Sofía prinsessa - tá æt hon Sophia Hellqvist, skuldi sita saman við Epstein á sessinum 2C.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06