Ongi úrslit

Sveis fer at selja stríðsvognar til Týsklands

Við teirri treyt, at teir ikki verða víðariseldir til Ukraina.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 15:35

Sveisiska stjórnin hevur loyvt RUAG MOR, sum mennir tilfar til forsvarið og rúmdarflúgving, at selja 71 “Leopard 1” stríðsvognar til Týsklands við teirri treyt, at teir ikki verða víðariseldir til Ukraina. Hetta skrivar Swissinfo.

Stríðsvognarnir eru í løtuni í Italia, sum Sveis keyptu teir frá italska verjumálaráðnum í 2016.

RUAG MOR eigur tilsamans 96 stríðsakfør av hesum slagnum, byrjaði søgan um hesar stríðsvognar afturi í 2023. Tá bannaði sveisiska stjórnin at selja teir til Týsklands orsakað av ótta fyri, at teir fóru at verða fluttir til Ukraina sum liður í hernaðarhjálpini.

Hetta kemst av, at sveisisk lóg bannar veiting av hernaðarútgerð og tilfari til lond, sum eru við í vápnaðum stríðum. Tá elvdi henda avgerðin til kjak millum evropeiskar samstarvsfelagar, sum heittu á SECO (skrivstovan fyri búskaparmál) um at vera smidligari. ednaðist teimun at fáa hettar loyvi ígjøgnum.

Men stjórnin leggur enn dent á at Leopard 1-vognarnir ikki kunnu víðariseljast til Ukraina. Henda avmarking er framvegis galdandi í samsvari við neutralitetsregluna, sum Sveis heldur seg til í sínum uttanríkispolitikki.

Tað er enn ikki greitt um Týskland ætlar at brúka hesar stríðsvognar í Ukraina, ella um hettar er enn ein uppbygging av teirra forsvarið. Týskland ynskir, sum vit áður hava skrivað um, at byggja upp tann sterkasta herin í Evropa.

Sí nærri https://dimma.fo/grein/sterkasti-herurin-i-evropa

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

Í gjár kl. 20:40

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48