Ongi úrslit

Sterkasti herurin í Evropa

Risastórar milliardaíløgur komandi árini

Jóhanna Højgaard
15. mai kl. 00:28

Nýggji týski kanslarin setir stór mál fyri týska herin, í síni fyrstu stóru røðu fyri Bundestag.

- Týska stjórnin fer at útvega herinum alt tað fíggjarliga tilfeingið sum skal til, fyri at gerast sterkasti herurin í Evropa. Hettar sigur Friedrich Merz, nýggji samveldiskanslarin í Týsklandi.

Týska stjórnin hevur longu samtykt eina stóra búskaparliga ætlan, um risastórar milliardaíløgur komandi árini. Hettar til at keypa vápn og ammunitión fyri, og til at dagføra herin. Tað var gjørt við at fáa atkvøtt eina stóra búskaparætlan ígjøgnum, í undanfarna tjóðartingi.

- Tað hóskar til fólkaríkasta og búskaparliga sterkasta landið í Evropa, sigur Merz um at styrkja herin. Okkara vinir og samstarvsfelagar vænta tað av okkum. Ja, tey krevja tað so at siga av okkum, sigur samveldiskanslarin.

- At styrkja herin er okkara fremsta raðfesting, sigur Friedrich Merz.

Samstundis heitir kanslarin á um evropeiskan, og meira generelt, vesturlendskan samleika í Ukraina. Hettar sigur hann í kjalarvørrinum av tveimun samrøðum við amerikanska forsetan Donald Trump.

Merz var í farnu viku settur sum kanslari í Týsklandi, eftir ein dramatiskan dag. Tað var neyðugt við heili tveimun royndum at fáa stuðul frá Bundestag.


Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Sea Shepherd aftur í Føroyum - men tey hava broytt framferðarhátt

Í gjár kl. 18:05