Ongi úrslit

Sea Shepherd aftur í Føroyum - men tey hava broytt framferðarhátt

Nú um vikuskiftið hevur Sea Shepherd alment sett ársins herferð ímóti grindadrápi í verk

Myndin er frá Sea Shepherd
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 18:05

Illa umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, hevur verið í Føroyum í fleiri umførum - og nú eru tey aftur her.

Nú um vikuna settu tey nevniliga hol á ársins herferð ímóti grindadrápi. Ársins herferð hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápið hevur fingið heitið, Living Fjords, ella Livandi Fjarðir.

Tey siga, at tey fara at verða í Føroyum í fimm mánaðir í ár - men tey boða samstundis frá, at tey hava broytt framferðarhátt.

Tey siga, at tað hevur víst seg, at vanligi framferðarhátturin at leggja seg beinleiðis út í grindadráp, hevur onga ávirkan.

Tí hava tey nú broytt taktikk og sostatt leggja tey nú heldur dent á at samskifta og samstarva við føroyingar - og at fáa føroyingar við í stríðið ímóti grindadrápi.

Samskiftið ímillum Sea Shepherd og føroyingar skal vera virðiligt og samstarvið skal vera konstruktivt og álitisvekjandi, sum tey sjálvi orða seg.

Tað verður ikki við álopum og ábreiðslum, at endi fæst á grindadrápinum. Tað mugu vera føroyingar sjálvir, sum síggja endamálið at enda tað, sigur Sea Shepherd í tíðindaskrivi.

Og tey siga, at nýggi taktikkurin hevur longu borið frukt, tí føroyingar eru meiri sinnaðir at tosað opið og ærliga um viðurskiftini.

Tey siga kortini, at tey fara, enn sum áður, at hava eftirlit við grindadrápum og at skjalfesta tey í alt summar, og út á heystið.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48