Ongi úrslit

Sveinur Tróndarson verður blaðstjóri á Dimmalætting

Leiðslan á Dimmalætting hevur gjørt av at seta Svein Tróndarson í starv sum blaðstjóra á Dimmalætting, eftir at Emil Lisberg Jacobsen gjørdi av at siga seg úr starvinum í síðsta mánaði

Dimmalætting
4. mars 2020 kl. 13:55

Sveinur Tróndarson hevur arbeitt í miðlavinnuni síðan 1998, bæði sum journalistur, redaktørur og blaðstjóri, og hevur tí drúgvar royndir í fakinum. Hann byrjaði á Sosialinum, var síðan á portal.fo eitt skifti samstundis sum hann arbeiddi fyri Fregnir. Hann hevur eisini skrivað fyri Vinnuvitan, áðrenn hann í 2006 byrjaði á Dimmalætting. Í fjør arbeiddi hann eisini eitt skifti í Kringvarpinum.

Sveinur Tróndarson var saman við øðrum við til at endurreisa Dimmalætting í 2014 og var eisini ábyrgdarblaðstjóri fyrsta árið.

- Vit eru fegin um at kunna seta Svein Tróndarson sum blaðstjóra. Hann hevur kunnleika til blaðið og blaðútgávu, og hevur eisini holla vitan um samfelagsviðurskifti. Høvuðsuppgávan hjá nýggja blaðstjóranum á Dimmalætting verður at byggja víðari á tað, sum Emil L. Jacobsen hevur stungið út í kortið, sigur Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarstjóri á Dimmalætting.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir. Eftir mínum tykki hava Føroyar framvegis brúk fyri fleiri miðlum, og saman við starvsfólkunum og fyrisitingarligu leiðsluni fari eg at leggja alla orku í at menna Dimmalætting sum fjølmiðil, bæði á pappíri og á netinum, sigur Sveinur Tróndarson.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

23. februar kl. 10:57