Ongi úrslit

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Grundarlagið undir samgonguni er viknað í morgun. Samstundis hanga stórmálini hjá samgonguni um at hækka pensjónsaldurin, og at bjóða Suðuroyartunnilin út, nú í einum klønum tráði.

Tað var greitt, nú Liljan Weyhe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, staðfesti, at hon tekur ikki undir uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin

Samstundis hevur Framsókn gjørt greitt, at verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, verður talan ikki um at fara undir nakran Suðuroyartunnil

Liljan weyhe staðfesti, pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin hanga óloysiliga saman.

– Ein atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin er tað sama sum ein atkvøða fyri Suðuroyartunlinum, sigur hon.

Frammanundan er greitt, at øll samgongan er ímóti at hækka pensjónsaldurin. Og so krevst at bara tvey av tinglimunum í samgonguni fella frá, fellur uppskotið um at hækka pensjónsaldurin.

Og nú er ein atkvøða longu fallin frá í morgun, tí Liljan Weyhe tekur ikki undir við ætlanini um Suðuroyartunnilin, og tú vil hon heldur ikki atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.

Samstundis hevur Ingilín Didriksen Strøm ført fram, at ætlanin at hækka pensjónsaldurin, og ætlanin at stytta arbeiðsvikuna, hanga saman. Men uppskotið um at lækka arbeiðsvikuna, er lagt í skuffuna, so spurningurin er, hvat hon ger...

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

Í gjár kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

Í gjár kl. 21:55

Heidi fer ongan veg

16. februar kl. 21:08