Nú fáa vit vónandi skjótt Olaf at síggja á Tjóðpallinum.
Enn einaferð fær tann føroyski sjónleikarin nevniliga framúr ummæli fyri sín leiklut. Harafturat fær hann fimm stjørnur.
-Olaf Johannessen er ikki bara góður, hann er framúrskarandi í leiklutinum sum Argan. Samstundis er hann óhugnaligur í málinum og avstøðandi í atferðini.
Tað kann ikki gerast meira sannførandi, og hevur ikki verið gjørt betri í nógv áratíggju á einum donskum palli í hesari framleiðsluni av franska ríkmanninum hjá Molière frá 17. øld.
Hettar stendur at lesa í blaðnum “Kulturkupeen” í dag, skrivað av Ulla Strømberg, sum er ummælari.
Hon ummælir her sjónleikin har Olaf spælur við í “Tann ímyndaði sjúki”, um hypokondarin Argan, sum í hesum døgum er at siggja á Grønnegaards Teatret í Keypmannahavn.
“Alt lívið hjá Argani er vorðið hansara heilsa. Tí er tað týdningarmiklari enn nakað annað at fáast við læknar, og av somu orsøk skal unga dóttir hansara giftast av við lækna.
Soleiðis sleppur Argan undan øllum teimum dýru sjúkrarokningunum!
Men dóttirin vil hava nakað øðrvísi, tí hon er forelskað. Hesum skal tann tilvitaði húskallurin hjálpa til við, og so byrjar komedian.