- Eg havi eitt gott borgarligt starv, sum eg ikki havi hug at siga frá mær, og Súni í Hjøllum hevur drúgvar royndir í kommunupolitikki, og tí eru vit komnir ásamt um, at hann verður borgarstjóri hesa setuna.
Tað sigur nýggja politiska stjørnuskotið í Nes Kommunu, Heini S. Kristiansen, sum á valinum í gjár fekk 150 persónligar atkvøður og harvið gjørdist toppskorari í Nes kommunu.
Tí lá tað til, at hann skuldi átaka sær leiklutin sum borgarstjóri næstu fýra árini, men longu í gjárkvøldið skiltist, at hann dró á bæði.
Hetta er fyrsta setan hjá Heina S. Kristiansen í kommunupolitikki, men tað var nú ikki tað, sum fekk hann at halda seg aftur. Tað var hinvegin borgarliga starvið hjá honum, hann er HR-leiðari hjá Bakkafrosti, sum fekk hann at ivast. Hann hevur bara verið í hesum starvinum í tvey ár, og hevði tí lítlan hug at siga starvið frá sær.
Og nú nýggja kommunustýrið í Nes kommunu hevur skipað seg í kvøld, verður tað so við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra. Tað merkir so eisini, at hann verður formaður í fíggjarnevndini, tí har er borgarstjórin sjálvskrivaður formaður, men tann eini, sum borgarstjórin fær afturat sær, er júst Heini S. Kristiansen.
Og nývaldi kommunupolitikarin á Toftum er væl nøgdur við tað, sum hann hevur telvað seg til.
- Eg verið varaborgarstjóri næstu fýra árini og harumframt havi eg fingið ein sess í fíggjarnevndini, so eg eri væl nøgdur við ta samanseting, sum vit hava fingið burturúr, sigur Heini S. Kristiansen við Dimmalætting.
Hóast hann endaði ovastur á listanum í Nes kommunu, sær Heini S. Kristiansen ikki nakrar trupulleikar í, at Súni í Hjøllum verður borgarstjóri.
- Eg fekk 150 atkvøður og Súni fekk 142, so har eru bara átta atkvøður á muni. Tað vil í grundini siga at tað stendur meira ella minni á jøvnum millum okkum, so tí er einki løgið í, at hann verður borgarstjóri og eg varaborgarstjóri, sigur Heini S. Kristiansen.
Umframt hesar sessirnar verður Heini S. Kristiansen eisini formaður í umhvørvisnevndini hjá Nes kommunu.