Ongi úrslit

Súni er nýggjur ungdómsvenjari í Fuglafirði

Nýggi venjarin ætlar sær at vera nógv á vøllinum í Fløtugerði

Jonhard Hammer
26. oktober kl. 14:40

Súni Olsen er nýggjur høvuðsungdómsvenjari í Fuglafirði. Hann avloysir Jóan Paula Jacobsen úr Klaksvík, sum hevur røkt starvið seinastu árini.

-Eg gleði meg til nýggja starvið, sum eg á nýggjárinum fari eldhugaður undir at røkja. Eg ætli mær at vera nógv á vøllinum í Fløtugerði, og uppgávan verður at geva teimum, sum venja børn og ungdómar íblástur og vegleiðing. Hvørji málini vera, fari eg at samskifta við ungdómsnevndina í felagnum um, sigur Súni Olsen.

44 ára gamli Súni Olsen var í síni tíð ein av bestu fótbóltsspælarunum í Føroyum. Hann er gøtumaður og spældi fyri tað mesta við GÍ og Víkingi, og so var hann eisini í B36 og eisini KÍ og B68. Hann royndi seg eisini uttanlands, har hann var í Aalborg og Viborg í Danmark og fyri einum 25 árum síðani í Zwolle í Niðurlondum.

Súni Olsen hevur áður roynt seg sum venjari á Toftum, har hann vandi besta mansliðið, sum var í 1. deild í 2017, og so hevur hann verið venjari hjá kvinnuliðunum hjá B36 og Víkingi.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47