Vaktavandi á politistøðini segði í morgum, at sera nógv fólk vóru í býnum í gjárakvøldið og í nátt, so nógv at man skuldi trúð tað longu var ólavsøka.
Faroe Pride var í gjár og hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru har eisini sera nógv fólk, men tað spældi alt væl av.
Eini boð vóru um at onkur vildi seta eld á plakatir niðri í miðbýnum. Tá løgreglan kom á staðið var bert eitt lítið petti av horninum av einari plakat litað eitt sindur, so har hendi ikki meira í tí málinum.
02.15 í nátt ringdi ein inn og kærdi seg um gang. Ov harður tónleikur var í grannalagnum, men restin av náttini gekk friðarliga fyri seg.