Ongi úrslit

Sum á ólavsøku í býnum í nátt - men stak friðarligt

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Annað jólakvøld er eitt av ársins heilt stóru veitslukvøldum, og løgreglan sigur, at tað var eisini rættiliga nógv fólk í býnum í nátt.

Tað var sum á ólavsøku, sigur løgreglan, men tey leggja afturat, at tað var stak friðarligt.

Tað einasta, sum fær eitt eftirspæl, er, at ein maður er tikin fyri harðskap. Hann hevur sligið ein annan og hann er handtikin.

Løgreglan sigur, at hann varð settur í brummuna og tá ið hann vaknar aftur, verður hann skuldsettur fyri harðskap og leyslatin. So verður málið endaliga avgreitt seinni.

Annars hevur løgreglan hjálpt nøkrum fólkum á føtur, sum hava ligið avdottin, so tey halda, at hetta veitslukvøldið spældi bara heilt væl av.

Mest lisið hesa vikuna

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57

So nógvir danir vilja senda muslimar av landinum

20. desember kl. 14:30