Samhaldsfestið hevur givið einum stórum meiriluta av fólkinum í Føroyum betri lívskor, økta vælferð og fjøltáttaðar møguleikar at mennast. Í nútíðar vælferðarsamfelagnum merkir samhaldsfesti, at meirilutin skal vera við til at tryggja øllum somu atgongd til øktu vælferðina. Eitt samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar og har alt menniskjaliga tilfeingið í samfelagnum sleppur at blóma.
Suðuroyggin og suðuroyingar hava tó ikki javnbjóðis møguleikar og lut í vøkstrinum í samfelagnum. Størsta orsøkin er fjarstøðan. Ikki tí, at Suðuroyginn hevur flutt seg longur burtur, men tí fjarstøðan millum allar hinar stóru oyggjarnar er burtur við vælútbygda infrakervinum, meðan okra ”motorvegur” er Suðuroyarfjørður við eini ferju og øllum teim forðingum, sum fylgja við. Tað verið seg drúgva ferðatíðin, ótespiligt veður, avmarkað túratal, avlýsingar, seinkingar, óhóskandi avloysaraferjur í vikuvís o.s. fr.
At fara av Krambatanga kl. l*** um morgunin er gerandisdagur hjá nógvum suðuroyingum og møta vælfyrireikað ella fyrireikaður og væl fyri til krevjandi størv, fundir, útbúgving, sjúkraørindi, fyrilestrar, skeið, faklig tiltøk o.s.fr., o.s.fr.
Upp á hálvari nátt, tí Smyril bíðar ikki, men ofta skulu okur bíða í tímavís í Havn, tí okur eru altíð so tíðliga í Havn. Og so er aftur bíðitíð í hinum endanum til Smyril siglir suður aftur,
At bíða í Havn kann verða møtimikið, drúgt og dýrt, um mann ongastaðni hevur at bíða, men má sita á onkrari café, mala í SMS ella okkurt triðja.
Ímyndið tykkum at hava verið í Havn í sjúkraørindum, vera illa fyri ella hava fingið ring boð á LS og ongastaðni hava at vera til Smyril siglir suður aftur?
Sjálv eri jeg ein av teim hepnu, sum hvørki fái sjóverk ella eri stúrin, um veðrið er ringt, men jeg kenni nógv, sum ikki eru so heppin.
Onkur hevur hug at siga, at tykur hava sjálvi valt at búgva í Suðuroynni. Ja, tað hava okur, tí í Suðuroynnni eru nógv av okum fødd, uppvaksin og har er okra heim.
Fyri nógvar føroyingar, sum hava fingið ágóðan av samhaldsfestinum, er Suðuroyggin útjaðari, men fyri okum er tað heim; okra hjartað er í Suðuroynni og okur ynskja so inniliga, at okra børn skulu velja Suðuroynna til, men fjarstøðan og avmarkaða sambandið ger, at okra ungu velja Suðuroynna frá.
Ein vælútbúgvin maður, sum mælir frá at fara í holt við tunnilin, segði: ”Tit klára at halda stand í Suðuroynni”!!
Jeg veit ikki, hvørjari verð hann livir í, men tað er so ikki í somu verð, sum jeg livi í í Suðuroynni.
Fyri okum er Suðuroyartunnilin ein spurningur um lív ella deyð! Tunnilin fer at geva okum atgongd til sjálvfylgiligheitirnar, sum øll onnur í okra landi taka fyri givið.
Okur eru ein partur av Føroyum og ynskja eisini at vera ein partur av Føroyum á javnbjóðis fóti við aðrar føroyingar.
Okur ynskja javnbjóðis møguleikar at liva og virka í Suðuroynni í jøvnum fóti við aðrar føroyingar.
Suðuroyggin hevur eina blómandi framtíð, men treytin er, at okur verða bundin í meginøkið við einum tunnli.
Hvønn týdning tað fær fyri vón í Suðuroynni, fyri trivnaðin í oynni, fyri árræði, fyri fólkavøksturin, fyri vinnulívið og framtakshugin, fyri upplivingarbúskapin og ferðavinnuna og jeg kundi hildið áfram, ja, tað kann hvør í sínum lagi gera sær sínar egnu tankar um ella hyggið bara eftir gongdini í Sandoynni, síðani Sandstunnilin opnaði.
#SUÐUROYAÐARTUNNILNÚ; okur kunnu ikki blíva við at bíða!
Súsanna Bertholdsen,
SUÐUROYINGUR búsitandi í Suðuroynni og landsstýriskvinna í heilsumálum fyri Javnaðarflokkin