Tað kann ikki takast í álvara at bjóða tvær linjuføringar út. Tað hava løgtingslimir, og løgmaður, fingið at vita frá serfrøðingum.
Nú Løgtingið skal taka støðu til um Suðuroyartunnilin skal projekterast og bjóðast út, hava seks løgtingsfólk lagt uppskot fyri Løgtingið um at bjóða tvær linjuføringar út.
Her er talan um linjuførðingina hjá Tunnilsfelagnum og Múlaleiðina hjá privata tunnilsbólkinum.
Men fleiri løgtingslimir, og Løgmaður, hava víst á, at tað kann ikki takast í álvara at bjóða tvær linjuførngar út.
Tað hava serfrøðingar sagt fyri Landsstýrinum og Løgtinginum - og tað eru ikki bara serfrøðingarnir hjá Tunnilisfelagnum, men eisini tey, sum privata tunnilsfelagið hevur havt at hella seg til.
Somuleiðis ásannaði ein av teimum, sum setir uppskotið fram, Árni Skaale, at tey hava fingið at vita, at tað er ikki besta loysnin at bjóða báðar verkætlanirnar út.
Men nú halda nakrir løgtingslimir kortini, at báðar linjuføringarnar skulu bjóðast út fyri at kunna samanbera prísirnar.
Tey vísa á, at tey fingu bara tvey tilboð inn upp á Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men bjóða vit eina verkætlan út, har vit ikki fáa bestemma okkum til aðra, er stórur vandi fyri, at eingin fer at bjóða, halda onkrir løgtingslimir. í øllum førum er stórur vandi fyri, at tað fer at gera tunnilin dýrari.