Meir enn ein vika er farin, síðani lógaruppskotið um Suðuroyartunnulin varð vrakað við 3. viðgerð á Føroya Løgtingi. Hetta køvdi vónina um fasta lívæðr til oynna.
Vónbrotið hjá suðuroyingum er stórt.
Smyril avlýsti aftur 2 túrar mánadagin! Og, hóast væl vitandi um svikaliga ferðasambandið og ovurstóra sosiala ójavnan millum Suðuroy og meginFøroyar, høvdu okkara fólkavaldu ikki rygg til at halda givin lyfti.
Ongantíð áður hava so nógvir suðuroyingar verið valdir inn á ting, tí átti at verið lagað manni at hildið Suðuroyartunnlinum á kósini, men soleiðis varð ikki, tíverri.
Alt prát um at halda lív í vónini og at bjarga oynni, fall so dyggiliga til jarðar. At venda oynni bakið er óskiljandi og ikki sørt ófrættakent!
Okkara egnu høvdu ikki dirvi til at standa saman um tunnilin, tá avgerðin skuldi takast. Okur hava eftir øllum at døma enn nógv at læra frá løgtingsumboðunum m.a. úr Norðuroyggjum.
Henda ræðuliga avgerðin støðgaði tunnils-tilgongdini! Av tí at málið varð sent aftur í nevnd, sleppur ongin til arbeiðis at kanna, prosjektera og bjóða tunnilin út. Málið bleiv steðgað, áðrenn tað byrjaði.
Men stríðið fyri Suðuroynna kemur at halda fram! Vissuliga skal tað tað.
Ryggur skal rættast og høvur hevjast. Nú hevur tað alstóran týdning, at suðuroyingar, óansæð hvar teir eru staddir, standa saman um oynna og sláa ring um Suðuroyartunnilin.
Øll, sum síggja álvaran og enn hava kærleika fyri Suðuroynni, mugu stuðla teimum, sum vilja stríðast fyri Suðuroyartunlinum!
Tí tunnilin kemur skjótt aftur til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum! Tað skulu tykur vita!
Tá ið málið kemur aftur á Tingborð, verða tingfólk aftur sett undir stórt trýst. Hesaferð er at vóna at ryggurin heldur og tey velja Suðuroynna og tunnilin fyrst - okum føroyingum øllum at frama!