Nú er endaliga klárt at fara undir arbeiðið at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út.
Tað er greitt eftir at ein stórur meiriluti á Løgtinginum endaliga samtykti og avgreiddi málið fyri eini løtu síðani.
Og tað var upprunaliga uppskotið hjá Tunnilsfelagnum, sum varð samtykt. Tað er tunnilin av Skarvanesi til Sandvíkar.
Tað vóru 26tinglimir, sum atkvøddu fyri, 7 atkvøddu ímót, so tað var stórur meiriluti fyri tí
Tað var tað ein bólkur av tinglimum sum ikki undir við ætlanini, tí teir vildu heldur hava ein linjuføringin av Múlanum, norðan fyri Sandsbygd, umvegis Skúgvi, til Sandvíkar.
Hetta er uppskotið, sum privati tunnilsbólkurin skeyt upp. Tí skutu teir seks tinglimirnir Johan Dahl, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum og Erling Eidesgaard og Liljan Weihe úr Tjóðveldi upp at bjóða báðar farleiðirnar út.
Men tað hava serfrøðingar ávarað ímóti tí teir siga at tað kann ikki takast í álvara at bjóða tvær linjuførngar út.
Tað eru ikki bara serfrøðingarnir hjá Tunnilisfelagnum, men eisini tey, sum privata tunnilsfelagið hevur havt at hella seg til.
Tey vísa á, at tey fingu bara tvey tilboð inn upp á Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men bjóða vit eina verkætlan út, har vit ikki fáa bestemma okkum til aðra, er stórur vandi fyri, at eingin fer at bjóða, halda onkrir løgtingslimir.
Í øllum førum er stórur vandi fyri, at tað fer at gera tunnilin dýrari, tí tey vísa eisini á, at tað kostar byggifyritøkum nógvar, nógvar milliónir at fyrireika eitt útboð, og at rokna ein prís út.
Somuleiðis ásannaði ein av teimum, sum setir uppskotið fram, Árni Skaale, at tey hava fingið at vita, at tað er ikki besta loysnin at bjóða báðar verkætlanirnar út.
Uppskotið frá teimum fekk 10 atkvøður fyri, men 22 vóru ímóti, og ein atkvøða var blonk, so tað fall við einum braki.