Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin – Ein lívsneyðug verkætlan fyri framtíðina

Politisk økisfeløg í Suðuroy
1 tími síðan

Undirtøkan til kunnandi tiltakið í Skúladeplinum í Hovi var stór – yvir 120 fólk møttu upp at hoyra um verkætlanina Suðuroyartunnilin. Á tiltakinum greiddu Bjarni Hammer frá politisku tilgongdini, Dennis Holm frá fíggjarliga partinum, og Einar Brimnes og Bergur Poulsen frá innihaldinum í verkætlanini hjá P/F Suðuroyartunlinum.

Uppskotið um tunnilin kemur í tingið í næstum. Hetta er eitt mál, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina í Suðuroynni og fyri alt landið.

Hetta uppskot hevur flestum kunnugt ført við sær nógv kjak og umrøðu - í stóran mun uttan fyri Suðuroynna og ofta uttan at tosa við suðuroyingar. Man fær eina fatan av, at kjakið og útsagnir frá hægri myndugleikum til tíðir eru sera hugstoytandi og veruleikafjar.

Tað tykist sum um:

• Suðuroyggin als ikki er ein føroysk oyggj.

• Tað ikki eru føroyingar, sum búgva í Suðuroynni.

• Vælferð, heilsa og útbúgving fyri suðuroyingar als ikki eru raðfestingar.

• Føroyar eins væl kunnu vera 17 oyggjar - uttan Suðuroynna.

Sum um Suðuroyggin bert er ein stór rokning hjá einstaka føroyinginum norðan fyri Suðuroyarfjørð, sum okur bara kunnu strika.

So hvørvur oyggj, fólk og alt, ið hoyrir til - og restin av føroyingum kunnu liva víðari í góðari vælferð, við góðari heilsu og nógvum ný útlærdum føroyingum, sum skulu kroystast inn í smáar, láturliga dýrar íbúðir í Havn.

Suðuroyartunnilin er ikki ein luksusverkætlan – hann er ein lívsneyðug trygd fyri framtíðina. Hann kann venda afturgongdini, skapa møguleikar, tryggja vælferð og geva Suðuroynni lív í nógv ættarlið afturat. Hetta er ein íløga í mentan, útbúgving, arbeiðspláss og javnvág í landinum.

 Tí mugu okur spyrja:

• Hvat kostar tað øllum føroyingum at ikki byggja tunnilin?

• Hvussu nógv virði og møguleikar missa okur, um Suðuroyggin verður manntóm?

• Hvussu nógv fátækari verða Føroyar uttan eina livandi fjórðu størstu oyggj? 

Okur skilja væl stúranir um náttúru og trygd, og hendan verkætlanin tekur hædd fyri hesum. Men samstundis er tað undranarvert, at mótstøðan er so sterk nú, tá líknandi verkætlanir áður ikki møttu somu krøvum.

Suðuroyingar vóna og vænta stuðul

Hetta er ikki bert eitt lokalt mál – hetta er eitt mál fyri alt landið. Tí Suðuroyggin er ein partur av Føroyum, og Føroyar eru sterkast, tá allar oyggjar hava lív og framtíð.

Suðuroyar Tjóðveldisfelag

Suðuroyar Norðara. Javnaðarfelag

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag

Sjálvstýrið

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

Í gjár kl. 12:30

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53