Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin aftur í Løgtingið um nakrar heilt fáar vikur

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 14:36

Um nakrar heilt fáar vikur verður klárt at leggja uppskotið um Suðuroyartunnilin aftur fyri Løgtingið.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Talan er um eitt uppskot, sum snýr seg um at projektera tunnilin og at bjóða hann út. Tá ið boðini eru komin inn skal Løgtingið so taka endaliga støðu til um hann skal gerast, ella ikki.

Løgtingið viðgjørdi uppskotið í vár og tá var talan um at gera ein tunnil av Skarvanesi til Sandvíkar, men við einum teymi upp í Skúgvi.

Men tá varð tað ikki avgreitt, tí røddir vóru frammi um at at royna eina aðra linjuføring og at leggja tunnilin umvegis Skúgvi og at gera tunnilin úr dalinum, har Sandoyartunnilin kemur upp.

Hóast at kalla full semja annars var um málið í Løgtinginum, fingu nýggju upplýsingarnar løgtingslimir at ivast, og úrslitið varð, at tað varð ikki avgreitt, tí allir møguleikar skuldi roynast.

Fyrrapartin spurdi Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, løgmann, hvar málið liggur. Aksel V. Johannesen sigur, at tey hava brúkt summarið at kanna málið gjølligari.

Tað hevur Nordconsult staðið fyri og har verða báðar linjuføringarnar útgreinaðar og samanbornar.

Tað arbeiðið er liðugt og nú skal tað til eftirmetingar hjá einum serfrøðingi afturat. Har verður trygdin, kostnaður, ferðatíðir og váðar og í tí sambandi verða báðar linjuføringarnar samanlíknaðar.

Tað fer at taka eina viku ella so, afturat, men um tvær vikur verður uppskotið aftur lagt fyri politiska myndugleikan til umrøðu.

Løgmaður sigur, at hann fer síðani at leggja uppskotið fyri Løgtingið, sum politiskur meiriluti er fyri.

Hann sigur, at hann dugir ikki at siga um talan verður um ta upprunaligu linjuføringina, ella um talan verður um alternativu linjuføringina.

Sjálvur heldur hann, at heldur kostnaðarmetingin so nøkunlunda, eigur tunnilin at verða gjørdur.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

21 tímar síðan

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00