Ongi úrslit

Suðuroyartunlinum: Treytin er at semja fæst um nógv onnur mál áðrenn

Tveir flokkar á Løgtingi halda, at tað er ábyrgdarleyst ikki at kanna møguleikan fyri at fáa eitt lán frá danska statinum

Løgtingið skal taka stórar avgerðir
Áki Bertholdsen
29. apríl kl. 09:10

Tað er ein treyt fyri at fara undir Suðuroyartunnilin, at politisk semja fæst um fleiri onnur mál eisini.

Tað heldur ein stórur meiriluti í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

Nú eru tey liðug at viðgera uppskotið um at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út.

Bæði Búskaparráðið og Landsbankin hava funnist at ætlanini, tí tey vísa á, at føroyski búskapurin er ikki haldførur og tí er tað ikki ráðiligt at fara undir tunnilin.

Eftir uppskotinum skal landskassin seta 1,35 milliard í tunnilin og tey hava roknað út, at í longdini verður Suðuroyartunnilin ein vinningur fyri samfelagið.

Landsbankin hevur sagt, at tað er skeivt, tí tá ið tað roknistykkið skal gerast, skal útgangsstøðið verða, at eisini 1,35 milliard verður sett í Smyril - og at siglt verður ímillum Suðuroynna og Sand.

Hinvegin vísir meirilutin í Fíggjarnevndini á, at tað er ein politisk raðfesting at seta pening í Suðuroyartunnilin, akkurát sum tað var ein politisk raðfesting at seta pengar í Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, umframt Fjøruvegin í Runavík og nýggja ringvegin í Havn.

– Suðuroyartunnilin er størsta verkætlan, sum Føroyar nakrantíð og tí er tað ein sjálvsøgd fortreyt fyri honum, at semja fæst um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa búskapin haldføran, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin.

Her hugsa tey eisini um at tillaga løguætlanina hjá Landinum.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, halda eisini, at vit hava skyldu til at fáa eina so trygga, góða og bíliga fígging, sum tilber.

– Eitt, sum javnan hevur verið á lofti, er at vit skulu fáa eitt statslán úr Danmark at fíggja Suðuroyartunnilin við.

– Higartil hevur hesin møguleikin ikki fingið serliga positiva umrøðu og minnilutin sigur, at sum tey skilja tað, er ætlanin ikki at troyta hendan møguleikan.

– Hetta undrar stórliga, tí vit eiga at fáa tað bestu fíggingina, sum hugsast kann, sigur minnilutin.

Lánið verður helst nakrar milliardir, og tí hevur rentan sera stóran - og í síðsta enda verður hon kanska eisini avgerandi fyri um verkætlanin verður framd ella ikki, siga Sambandsflokkurin og Miðflokkurin.

– Siga vit, at rentan er 3 prosent ístaðin fyri 4 prosent, verður tað tíggjutals milliónir bíligari um árið - og fleiri hundrað milliónir bíligari tilsamans.

– Vit hava skyldu til at fáa allarbestu fígging, og tí mugu allir møguleikar troytast, siga Sambandsflokkurin og Miðflokkurin.

– Tí slepst ikki undan, at allir hugsandi møguleikar fyri fígging verða kannaðir - eisini møguleikin fyri at fáa eitt statslán frá Danmark, tí alt annað er ábyrgdarleyst, siga tey.

Mest lisið hesa vikuna

Hann hevur eitt óvanligt uppskot um at fíggja Suðuroyartunnilin

Í gjár kl. 16:45

Suðuroyartunnilin: Størsta hóttanin móti Føroyum

28. apríl kl. 10:42

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

28. apríl kl. 20:30

Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava vónaða virknaðin

29. apríl kl. 13:45

Rør framundir at nevndin fyri Suðuroyartunnilin hevur eina dulda ætlan

Í gjár kl. 10:04

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

12 tímar síðan