Sunnukvøldið, 21. desembur, sum eisini er stytsti dagur, verður aftur gudstænasta fyri í Vesturkirkjuni.
Gudstænastan, sum verður klokkan 19.30, er ein vónargudstænasta fyri at birta vón hjá teimum, sum onkusvegna eru rakt.
Tað eru prestarnir í Vesturkirkjuni, sum skipa fyri og teir siga, at har eru øll vælkomin.
– Vit hava øll okkurt at bera, og summi hava nógv. Ein kann hava mist ein av sínum kæru, ein kann verða raktur av sjúku, tungum byrðum, skilnaði ella øðrum, siga prestarnir.
– Vónargudstænastan stytsta dag minnir okkum á, at nú verður ljósari, og dagurin minnir okkum á vónina, sum Jesus ber okkum, siga prestarnir.
– Hann, sum lat seg føða inn í okkara heim, er okkum nær, og hann hevur nakað til okkara.
Á gudstænastuni fara tey at syngja nakrar sálmar og tað verður ein stutt prædika. Petur Hans Hansen syngur nakrar sangir, altargongd verður og aftan á verður kirkjukaffi.
Hjá teimum sum vilja, verður høvi eisini at skriva eina bøn og høvi verður eisini at tosa við ein av prestunum.