Stríðið als ikki liðugt. Tað var boðskapurin hjá Rúnu Hjelm, forkvinna í Hagafelagnum, á aðalfundi felagsins, hendan dagin.
Men vit eru til dystin fús, legði hon afturat.
Hon staðfesti fyri aðalfundinum, at í løtuni eru vit í einum valstríði til løgtingsval, har ávísir flokkar og einstakir politikarar siga seg vilja broyta lógir um nývunnin rættindi.
Tað er, at kommunurnar skulu hava fríari ræsir, bøndurnir skulu hava ræðisrættin aftur, og føroyingar skulu biðja um loyvi at fara í hagan.
– Hetta eru brot úr kjakinum undir valstríðnum, sum vísa, at arbeiðið hjá Hagafelagnum at verja rættin til fría atgongd til náttúruna als ikki er liðugt, segði Rúna Hjelm.
Hon sigur, at hetta farna árið hevur Hagafelagið talað at, tá ið myndugleikar høvdu ætlanir um at hála føroyingar upp í kunngerðina um kommunalar ferðavinnuætlanir.
– Men Tíbetur tóku myndugleikarir sannførandi grundgevingarnar frá Hagafelagnum til eftirtektar, og skrivaðu føroyingar úr aftur kunngerðini.
Tað merkir, at føroyingum stendur frítt at ferðast í náttúruni.
– Eisini í dag er tað av alstórum týdningi at verja rættin, sum er grundleggjandi fyri samleikan hjá tjóðini, fyri alt menniskjað, trivnað, fólkaheilsu og fólksins treystleika og evni at ferðast, og hóra undan í náttúruni, nú heimurin er vorðin ótryggari, segði Rúna Hjelm.
– Nú val er fyri framman, kann vandi vera fyri, at vit missa lógarásett rættindi, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at Hagafelagið hevur gott samstarv við myndugleikarnar um at verja náttúruna í Saksun, í Mykinesi og í Skúgvi.
– Samstarvið millum áhugafelagskapir hevur víst, at tá ið áhugafelagsskapir standa saman, noyðast politikarar at lurta eftir og taka atlit til náttúruna, eisini tá risastórar verkætlanir sum suðuroyartunilin, skulu fyrireikast.