Ongi úrslit

Streymslit í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
16. oktober kl. 10:49

Eitt streymslit hevur í morgun rakt Norðoyggjar og partar av Eysturoynni. Sambært SEV, stavar trupulleikin frá einum feili í eini koblingarstøð í Kambsdali.

Fólk frá SEV eru á staðnum og arbeiða við at rætta feilin. Orsøkin kann vera eitt rele ella ein verjimekanisma, sum er farin.

Streymurin fór fyrst, stutt áðrenn klokkan 10.00 og aftur seinnu ferð klokkan10.30.

Væntast kann, at streymurin er afturkomin um ein lítlan tíma.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53