Heilsa
Psoriasis er ein auto-immun sjúka sum vísur seg sum reyð, tjúkk øki á húðini, sum eru klædd við hvítum flusi.
Hettar er tá húðkyknirnar eru yvirstimbraðar.
Psoriasis kan bróta fram um allan kroppin, oftast á albogum, knøum og í hárbotninum.
Ikki øll, sum eru arvaliga disponeraði fyri psoriasis, fáa sjúkuna.
Innanhýsis ella uttanhýsis viðurskifti, ella sokallaðir psoriasis 'triggers' hava eisini ein leiklut.
Ytri viðurskifti eru manglandi sólarljós, húðskaði orsakað av støðugari mekaniskari ávirkan, ella inntriv á húðina sum skurðviðgerð.
Innanhýsis viðurskifti eru t.d. kenslulig strongd, hormonbroytingar, ávíst medisin og smittuvandi, sum sár í hálsinum.
Men útloysandi faktorarnir eru einstakir. Faktorar, sum elva til psoriasis hjá einum persóni, kunnu als onga ávirkan hava á ein annan persón.
Ávirkanin av strongd er trupul at meta um, tí strongd er ein sera persónlig støða, og tí ymisk stig av strongd kunnu ávirka fólk ymiskt.
Umframt strongdina av at liva við psoriasis dagliga, kunnu tað vera aðrar orsøkir so sum arbeiði, persónligir trupulleikar, próvtøkur ella eitt álvarsligt sálarligt trauma.
Ávíst medisin kan elva til psoriasis. Hesi kunnu t.d. vera
Litium: Brúkt til at viðgera sálarligar trupulleikar.
Beta-blokkarar: Vanliga nýttir til at viðgera høgt blóðtrýst.
Heilivágur móti malaria: Klorokinfosfat. Brúkt til at viðgera malaria, men eisini til aðrar sjúkur sum liðagikt og kroniska auto-immuna sjúku.