Ongi úrslit

Strengar reglur um snildfon-og ur

Næmingurin verður sendur heim restina av skúladegnum.

© Skúlin á Argjahamri
Jóhanna Højgaard
14. august kl. 17:40

Fleiri og fleiri skúlar seta nú reglur og forboð fyri brúk av snildfon í skúlatíð.

Skúlin á Argjahamri er ein teirra.

Skúlastýrið fyri Skúlan á Argjahamri avgjørdi tann 04.03.2025 at seta telefonforboð í gildi í skúlanum.

Hetta var sett í verk við skúlaársbyrjan í august 2025. Forboðið fevnir eisini um snild-ur.

Skúlastýrið saman við skúlanum setir hetta forboð í verk, tí vit ynskja, at næmingar skulu fáa betri skúlatrivnað sum heild.

Ein telefonfríur skúli letur millum annað upp fyri

- styrktum djúphugsni

- styrktum felagsskapi

- styrktum kt-dannilsi

- styrktum trivnaði, spæli og læring

Hava næmingar tørv á at fáa samband við foreldrini, eru telefonir tøkar á øllum deildum.

Foreldur kunnu eisini ringja til skrivstovuna hjá skúlanum. Bert í heilt serligum førum verður givið frávik frá forboðinum.

Reglugerð

Um næmingur hevur telefon/snild-ur við uttan loyvi og brúkar tólið í skúlatíð, er galdandi:

Fyrstu ferð

Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.

Aðru ferð

Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.

Triðju ferð

Næmingurin verður sendur heim restina av skúladegnum. Skúlaleiðslan kunnar heimið, og tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

19 tímar síðan