Stovnur til fólk við heilaskaða stendur hálvtómur - hóast stórur tørvur er á honum

Løgtingið, skal enn einaferð, skifta orð um støðuna á nógv umrødda Skálagarði, í Klaksvík

Áki Bertholdsen
18. februar 2025 kl. 14:30

Løgtingið skal, enn einaferð, umrøða støðuna á nógv umrødda stovnnum fyri heilaskadd, Skálagarði, í Klaksvík. 

Stovnurin hevur verið nógv umrøddur av tveimum orsøkum. Í fyrra lagi varð leiðarin sagdur upp og í øðrum lagi hevur stovnurin staðið hálvtómur tað mesta av tíðini - hóast tað hevur verið sagt í áravís, at tað er alstórur tørvur á einum slíkum stovni.

Aftur hesa ferð er tað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, sum reisir spurningin á Løgtingi og í tí sambandi vil hon hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, at greiða frá støðuni á Skálagarði.

– Tað er ein sannroynd, at tað hevur verið sera lítið virksemi á Skálagarði, síðan hann læt upp fyri skjótt tveimum árum síðan, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Hon heldur at hetta er løgið, tí Skálagarður var nettupp bygdur tí tørvurin á stovnsplássum til fólk við heilaskaða var ovurhonds stórur.

Hon sigur, at tá ið stovnurin varð tikin í brúk, segði landsstýriskvinnan Tann hjálp, sum fólk fáa á Skálagarði, er hart tiltrongd hjá nógvum. Í mong ár hava vit havt tørv á tí tænastu, sum Skálagarður nú kann veita. 

Skálagarður skuldi nevniliga vera eitt heildartilboð, sum kann gera, at fólk endurvinna førleikar, og sum eisini kann stuðla undir, at fólk varðveita sínar førleikar.

– Her er okkurt hent, tí nú eru skjótt tvey ár, síðan Skálagarður læt upp, men vit mugu tíverri ásanna, at har hevur verið meir enn hálvtómt meginpartin av tíðini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fyri einum ári síðani upplýsti landsstýriskvinnan, at tað var ein stór avbjóðing at fáa skikkað starvsfólk til størvini á Skálagarði. 

Hetta var orsøkin til, at fult virksemi ikki var á Skálagarði, men at stovnurin skuldi byggjast upp, og at alt tekur tíð.

Elsebeth Mercedis spyr um tað undur er hent at tørvurin á stovnsplássi til fólk við seinheilaskaða nú brádliga er burtur.

Men um so skuldi verið, kundi hon hugsað sær at fingið um Sirið Stenberg hevur umhugsað, at latið onnur, enn fólk við seinheilaskaða fingið búpláss á Skálagarði, ella pláss til  umlætting.

Tí skal landsstýriskvinnan nú svara hesum fimm spurningunum:

– Hvussu nógv fastbúgvandi búfólk eru á Skálagarði dags dato, og hvussu nógv eru til umlætting?

– Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakað munagott fyri at fáa skikkaði starvsfólk til Skálagarð?

– Eru fólk á bíðilista til tey tilboðini, sum Skálagarður kann veita?

– Hevur landsstýriskvinnan umhugsað, um onnur enn fólk við seinheilaskaða kundu fingið búpláss í longri ella styttri tíð, ella umlætting á Skálagarði?

– Um ikki, hevði tað so verið eitt hugskot at t.d. parkinsonsjúklingar, sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og onnur við álvarsomum sjúkum kundu fingið búpláss á Skálagarði í styttri ella longri tíð ella umlætting?