- Komandi Løgting hevur fleiri týðandi avbjóðingar, sigur fyrrverandi ting- og landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø og nevnir
- at fáa steðgað fráflytingini av ungum føroyingum
- at tryggjað langtíðarhaldførið
- at finna eina loysn og semju um á tilfeingisrentuna, sum tryggjar framhaldandi virðisøking av tilfeinginum, varðveitir motivatiónini hjá vinnuni og gevur tað rætta avkastið av ogn Føroya fólks til felags húsarhaldið
- Og so er tað sera umráðandi at finna eitt felags politiskt stev í tilgongdini viðvíkjandi tjóðarsemjuni, sum hevur til endamáls at javnseta partarnar í ríkisfelagsskapinum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Haldførið snýr seg um meira enn pensjónir og almenna geiran
Hon heldur, at orðaskiftið um langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum hevur verið ov einsporað, og at man hevur bara fokuserað uppá at hækka pensjónsaldurin.
- Haldførið í búskapinum snýr eg um nógv meira enn pensjónsaldur. Tað snýr eg eisini um betri handilssáttmálar við okkara týdningarmestu marknaðir, um at virðisøkja tilfeingið, um at minka ójavnan í samfelagnum og um at trimma almennu skipanirnar áhaldandi, sigur royndi politikarin.
Helena Dam á Neystabø heldur, at ein líðandi hækking av pensjónsaldurin má vera samtykt í breiðari politiskari semju, og tað skulu teir stóru flokkarnir taka á seg.
Sosialt javnvigað átøk neyðug
- Annars endurtekur gongdin seinastu nógvu árini seg, at ein samgonga aftaná stórt drama samtykkir eitt trupult mál, sum tann næsta samgongan so bara rullar, vísir hon á.
Hon staðfestir, at tað gongur væl í Føroyum, men at øll eisini munnu vita, at tað skulu átøk til, fyri at tryggja javnvágina millum inntøkur og útreiðslur í vælferðarsamfelagnum. Og hesi átøkini eiga at vera sosialt balanserað:
- Tað nyttar ikki at halda, at komandi pensjónistar skulu bera alla haldførisbyrðuna. Men tað nyttar heldur ikki bara at lata standa til. Og tað nyttar als ikki, at tey ungu ikki fáa endarnar at røkka saman og tí velja at rýma, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein ABC-samgonga er besta boðið
Fyrrverandi ting- og landsstýriskvinnan heldur, at til tess at tryggja haldførið í vælferðarsamfelagnum, so má tað sosiala haldførið hugsast saman við tí búskaparliga. Í hesum sambandi er alneyðugt at samtykkja ein munagóðan útlendingapolitikk, sum ikki hálar skorar undan samfelagsskipanini, eins og kontraktin millum ættarliðini má styrkjast og lagast til nýggjar tíðir.
- Hesar avbjóðingar kunnu einans loysast um teir stóru flokkarnir seta sær fyri at finna loysnir, sum kunnu halda í fleiri valskeið. Eg hugsi at ein ABC-samgonga, t.v.s. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, kundi verið skilagóð nú. Her er bæði vinstravongurin og høgravongurin umboðaður eins og sjálvstýris- og sambandkósin má samskipast í einum samgonguskjali, útgreinar Helena Dam á Neystabø.