Ongi úrslit

Stórt álop á Kyiv í nátt

Minst níggju fólk eru deyð, og meira enn 70 eru særd, eftir eitt av størstu álopunum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, síðani kríggið byrjaði.

Halgir Winther Nagata
18 tímar síðan

Minst níggju fólk eru deyð, og meira enn 70 eru særd, eftir eitt av størstu álopunum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, síðani kríggið byrjaði.

Tað boða ukrainsku myndugleikarnir frá á samskiftistænastuni Telegram. Sambært DR er talan um eitt av ógvusligastu álopunum í býnum higartil. Álopið byrjaði um eitt-tíðina í nátt, har fyrstu spreingingarnar hoyrdust, og síðan aftur umleið klokkan fýra.

Álopini koma samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, í eini útsøgn sigur, at ein friðaravtala millum Ukraina og Russland er "sera nær við". Trump hevur eisini sagt, at Ukraina er torførari at samráðast við enn Russland.

Útsøgnin kemur stutt eftir, at ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj hevur sagt, at Ukraina ikki fer at góðtaka eina avtalu, har Krim-hálvoyggin verður viðurkent sum russiskt øki.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

10 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42