Løgtingsfundur hevur verið í dag, og tað var mett fyri heilt vist, at tvey stórmál fóru at verða løgd fyri Løgtingið.
Annað málið er um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða hann út og hitt málið er málið um t hækka pensjónsaldurin.
Bæði uppskotið hava verið til nevndarviðgerð í langa tíð og ætlanin var, at tey skuldu leggjast fyri Løgtingið - fyrst í gjár, men tað var av ongum - og síðani skuldu tey leggjast fram í dag. Men heldur ikki tað varð av nøkrum.
Hinvegin verður ein eyka tingfundur í morgin og tá er ætlanin aftur at leggja uppskotini fram.
Bæði málini fylgjast at, tí summi politikarar seta sum treyt fyri at taka undir við Suðuroyartunlinum, at pensjónsaldurin verður hækkaður fyri at bøta um búskaparliga haldførið.