Ongi úrslit

Stjørnan hevur keypt nýggjan málverja

Julie Vanggard Christensen hevur vant á sera høgum støði í Aalborg

Hondbóltsfelagið Stjørnan
7. juli kl. 14:39

Hondbóltsfelagið Stjørnan í Klaksvík skrivar soleiðis í dag:

Vit fegnast um at vit hava gjørt sáttmála við danska málverjan, Julie Vanggard Christensen. Julie er 21 ára gomul, og hevur vant á sera høgum støði í Aalborg, saman við millum annað Anniku Fríðheim Petersen, føroyskum landsliðsmálverja.

Julie kemur til Føroyar í august, og skal umframt at vera málverji, eisini vera við í menningini hjá teimum ungu gentunum í felagnum, sum venjari.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár er í hæddini, og kunnu vit frøast um at útlitini til 25/26 kappingina eru góð - og arbeiða vit víðari við at styrkja hópin.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

7 tímar síðan