Ongi úrslit

Stjólu rúsdrekka fyri fleiri túsund krónur

Áki Bertholdsen
14. sepember kl. 10:10

Um ellivu tíðina í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna í Havn at melda, at onkur hevði stolið rúsdrekka úr einum hjalli.

Løgreglan sigur, at hetta var í Varðagøtu í Havn, og har var rúsdrekka stolið fyri fleiri túsund krónur - eitt nú tí at talan var um dýr sløg av rúsdrekka, sum vórðu stolin.

Løgreglan sigur, at talan var ikki um innbrot í ein hjall men um stuldur úr einum hjalli. Tað merkir, at hjallurin var ólæstur - soleiðis sum nógir hjallar eru.

Løgreglan sigur, at tey kanna málið í eini roynd at fáa fatur á tjóvunum.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17