Bretska stjórnin hevur júst kunngjørt, at saman við Noregi, Íslandi, Danmark, Írlandi, Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum og Luksemborg fara tey undir at framleiða risa stórar mongdir av grønari orku.
Saman binda londini seg at framleiða 100 gigawatt av streymi við sjóvindmyllum í Norðsjónum.
Hetta er eitt greitt signal frá Evropa um, at framtíðar orkutrygd skal byggja á grøna orku.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fegnast um avtaluna. Avtalan er eitt sterkt signal til amerikanska forsetan, sum fyrr í farnu viku fanst hvassliga at ætlanunum hjá Stóra Bretlandi um at stigvíst steðga framleiðsluni av olju og gassi í Norðsjónum og eisini at evropeiskum vindmylluætlanum sum heild.
Hósdagin skal løgtingið viðgera lógaruppskotið um fyrstu veðurlagslógina nakrantíð í Føroyum. Hetta er eitt týðandi stig, og ein møguleiki at seta eina greiða og bindandi kós fyri føroyska orkuskiftið, um hetta verður gjørt rætt.
Tí í Føroyum er framvegis langt eftir á mál, og okkum tørvar veruligar íløgur, greið mál og politiskt dirvi.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag vónar, at veðurlagslógin fer at:
- Seta greið og ítøkilig mál fyri CO₂-minking
- Seta ferð á eitt veruligt grønt orkuskifti
- Minka samlaðu orkunýtsluna munandi
- Tryggja, at náttúruvernd og lívfrøðilig margfeldi eru ein natúrligur partur av veðurlagspolitikkinum
Nýggja evropeiska avtalan um eina risa framleiðslu av grønari orku eigur at geva føroysku politikarunum íblástur at fara undir orðaskiftið hósdagin. Avtalan er eitt gott dømi um, hvat er gjørligt, tá vit arbeiða saman við greiðum og ítøkiligum málum
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Les uppskotið um veðurlagslóg her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11407
Les, hvat FNU heldur um lógaruppskotið her: https://www.fnu.fo/.../hoyringssvar-til-uppskoti%C3%B0-um...
Les, hvat felagskapir, vinnulívið, kommunur, almennir stovnar og serfrøðingar halda um lógaruppskotið í hoyringssvarunum her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11407