Stellusa Klædnamarknaður verður aftur nú sunnudagin

Væl umtókti klædnamarknaðurin verður aftur nú í Perluni sunnudagin frá kl. 11.00-16.00.

Anna Joensen-Næs
24. apríl 2021 kl. 12:47

Stellusa Klædnamarknaður er eitt tiltak, har ið einstaklingar fáa møguleikan at keypa sær ein bás. Her selja tey síni egnu klæðir, ið ikki verða nýtt longur. Summi velja eisini at selja smykkur, skógvar og mangt annað.

Talan er um second hand ella vintage klæðir. Hetta meinast at góðskan á klæðunum er betri enn fleiri av teimum, ið eru at finna í endurnýtsluhandlunum. Michael greiðir frá, at tað er týdningarmikið at leggja dent á kunning um virðið á endurnýtsluklæðum. Endurnýtsluklæðir eru meiri burðardygg enn nýggj klæðir. Tey eru eisini spennandi á tann hátt, at eingin eigur líka plagg sum ein sjálvur. 

Fyriskiparar eru Michael A. C. Johannesen og Anita Hansen. Tiltakið er ikki nýtt. Klædnamarknaðurin er farin fram gjøgnum fleiri ár nú. Tad byrjaði fyri uml. 2 árum síðani.

Michael hevði búð fleiri ár í Danmark. Her hevði hann upplivað eina heilt aðra mentan innan klæðir. Hvat fólk gingu í, og hvussu annaðleiðis hugsjónin hjá danskarum er um evni í mun til føroyingar. Tá ið hann flutti heim aftur, helt hann, at tørvur var á einum so kallaðum “vintage” marknaði. Líknandi nógvum av tí, sum hann hevði sæð í Danmark. “Vit hava ongan dýrari og dygdargóðan klædnamarkna í Føroyum, tí valdi eg sjálvur at seta gongd á ein”, sigur Michael í eini samrøðu.

Michael leggur avtrat, at hann er ógvuliga takksamur fyri góðu undurtøkuni, ið tiltakið hevur fingið. Sjálvur hevur hann í fleiri ár arbeitt vid tiltøkum og mangt annað, við tí endamálið, at seta gongd á lívið í Havnini. Hetta er tí, at hann meinar, at har ikki eru nóg nógv tilboð og líknandi til borgarirnir. Hann hevur eisini eitt stórt ynski, um at gera fleiri mentanarlig tiltøk, serliga innan tónleik.

Stellusa Klædnamarknaður er eitt stig á rættari leið, og ongar ætlanir eru um steðga tiltakinum í næstu framtíð, um undurtøkan framvegis verður líka góð.

Tiltakið verður nú sunnudagin kl. 11.00-16.00 í Perluni í Havn. Hent er at hava reiðan pening við, um tú hevur ætlanir um at keypa okkurt. Á staðnum verður eisini tónleikur og møguleiki fyri, at fáa sær ein kaffimunn og okkurt gott til góman. Døgurði verður eisini seldur gjøgnum dagin.