Kommunan steingir ovara part av Fjalsvegi í kvøld ímillum klokkan 18.00 og 21.00, so børn og barnsligar sálir kunnu stuttleika sær á góðu brekkuni.
So finn tær sletuna ella skíðurnar fram og kom út og hugna tær saman við øðrum.
Kommunan bjóðar heitt kakao til uppi er.
Ovari partur av Fjalsvegi verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið, skrivar Vestmanna kommuna.