Ongi úrslit

Steindeytt í Havn og friðarligt í Klaksvík

Áki Bertholdsen
9. august kl. 09:35

Fyribils hevur tað verið rættiliga friðarligt á ársins Summarfestivali. Løgreglan sigur, at fríggjanáttina máttu tey, í onkrum føri, tosa fólk til sættis tí tey vóru komin til ilnar, men meiri spurdist ikki burtur úr tí.

Í morgun sigur løgreglan, at tað hevur verið steindeytt í Havn, í Vágum, í Sandoynni, og aðrastaðni í miðøkinum, og á summarfestivalinum hevur eisini verið stak friðarligt. Onkuntíð skuldu fólk tosast til sættis, men eingi mál spurdist burtur úr.

Tað fór at regna illa og tí varð skráin umskipað og tað elvdi til nakað av ófriði, tí nøkur vóru misnøgd við mannagongdina, eitt nú sluppu ikki øll, sum ætlaðu tað, í tjaldið at lurta eftir konsert.

Og ta einu løtuna mátti løgreglan hjálpa vaktarfólkunum at halda skil á, men tað vóru kortini ikki teir stóru trupulleikarnar, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

20 tímar síðan

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14 tímar síðan

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06