Ongi úrslit

Starmer hóttir við rættarsak

2,5 milliardir pund eru tó framvegis frystar á einari bretskari bankakonto

© Sky News
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hóttir við at taka russiska oligarkin Roman Abramovitsj í rættin.

Abramovich seld fótbóltsliðiði Chelsea í 2022 og lovaði samstundis at peningurin frá søluni av felagnum, skuldi brúkast til at hjálpa ofrum fyri krígnum millum Russland og Ukraina.

2,5 milliardir pund eru tó framvegis frystar á einari bretskari bankakonto, orsakað av ósemju millum bretsku stjórnina og sakførararnar hjá Abramovich um, hvussu peningurin skal brúkast.

Keir Starmer segði við tjóðartingið mikudagin:

-Mín boðskapur til Abramovich er greiður: Klokkan tikkar.

Stjórnin vil hava at peningurin skal brúkast til humanitera hjálp, men Abramovich heldur fast við, at hann skuldi brúkast til øll offur fyri krígnum – tað vil siga, at russar eisini kunnu fáa gagn av teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17