Ongi úrslit

Stak friðarligt í býnum í nátt

Áki Bertholdsen
16. august kl. 09:09

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Tey siga, at tað var ikki nógv fólk í býnum í Havn og tað einasta, løgreglan var blandað upp í, var tá ið eitt fólk var so ólátað á einum skeinkistaði í gjárkvøldið, at hann var til ampa fyri onnur og tí varð hann burturvístur.

Í Hósvík var nógv fólk samlað á bátastevnu, men eisini har var stak friðarligt. Í Vági er ljósfest og í Nólsoy er ovastevna, men haðani hevur einki verið at frætt.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning í Streymoynni í gjár.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

20 tímar síðan

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

13 tímar síðan

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06