Ongi úrslit

Sporvognur avsporaður og 17 deyð í Portugal

Tað er ein syrgiligur dagur fyri okkara bý, Lissabon er í sorg

Jóhanna Højgaard
4. sepember kl. 10:15

Í minsta lagi 17 fólk doyðu og 24 fingu skaða í gjár, tá tann 140 ára gamli jarnbreytarvognurin Gloria funicular í Lissabon, bleiv avsporaður og rendi inn í ein bygning.

Vognurin er sera vælumtóktur millum ferðafólk og er eitt av symbolunum í býnum, sigur ein talsmaður fyri bráðfeingislæknatænastuna við tíðindafólk.

Tað eru eisini útlendingar ímillum tey deyðu, men enn er identiteturin ikki almennagjørdur

Myndugleikarnir eyðmerktu ikki ofrini ella upplýstu tjóðskap teirra, men søgdu, at nakrir útlendskir ríkisborgarar vóru millum tey deyðu. Fimm fólk fingu álvarsligan skaða, upplýsir talsmaðurin.

Tað er ein syrgiligur dagur fyri okkara bý, Lissabon er í sorg, tað er ein syrgilig, syrgilig hending, sigur Carlos Moedas, borgarstjóri í portugisiska høvuðsstaðnum við tíðindafólk.

Stjórnin í Portugal lýsti hósdagin at vera ein tjóðarsorgardag.

Youtube

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

12 tímar síðan