Í dag hevur NSÍ boðað frá, at felagið hevur sett stjóra í felagnum. Talan er um nýtt starv, og tað er 26 ára gamli Jákup Mortensen, ið er uppvaksin í felagnum, sum nú tekur við nýggja stjórastarvinum.
NSÍ skrivar soleiðis:
Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eykaaðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ.
Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari á Setrinum. Jákup hevur allan sín uppvøkstur verið ein partur í NSÍ, bæði sum leikari og sum venjari í felagnum.
Ítrótturin, og kanska serliga fótbólturin, hevur altíð ligið í dna’num í familjuni, tí bæði pápin, Trygvi, og abbin, heiðurslimur Jákup Mortensen, sáli, hava havt aktivar leiklutir í felagnum.
Jákup er nærlagdur, rúmligur og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann hevur tikið UEFA B prógvið í 2019.
Nógvar praktiskar uppgávur fylgja eisini hesum starvi, men við einum vælvirkandi stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði venjarum og nevnd, at verða lættari at fara undir.
Vit í starvsnevndini eru sera glað fyri, at Jákup hevur valt at taka við hesum starvi, og síggja vit fram til eitt gott og spennandi samstarv, øllum felagnum at gagni.
Til seinast vilja vit ynskja Jákupi hjartaliga til lukku við starvinum.
Vegna NSÍ
Karstin Joensen
Formaður