Ongi úrslit

Spenta støðan fer at økjast

Hol var sett á byggiverkætlanina mánadagin

© Bo Amstrup/Ritzau Scanpix
Fyrireikingarnar til at seta á stovn Fire Point verksmiðjuna við Skrydstrup eru byrjaðar í hesari vikuni.
Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

At ukrainska vápnaverksmiðjan verður sett á stovn í Danmark økir um vandan fyri, at spenta støðan við Russlandi fer at økjast enn meira.

Tað sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sambært tíðindastovuni Reuters.

Hon sipar til verksmiðjuna sum skal framleiða rakettbrennievni til Ukraina, og sum verður bygd nærhendis Skrydstrup í Suðurjútlandi. Hol var sett á verkætlanina mánadagin tá fyrsta torvið bleiv grivið upp.

Danska stjórnin kunngjørdi ætlanirnar við verksmiðjuni í september.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

18 tímar síðan

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00