Týsdagin 21. apríl kl 15 lata hølini "Hjá Judith" upp á Heiðavegi 53 í
Saltangará, við spennandi framsýning hjá listamanninum Finleif
Mortensen.
Navnið "Hjá Judith" er siðsøga á Runavíkar-leiðini. Judith Johannessen
var í nógv ár tann, sum mundi taka flest allar myndir fyri eysturoyingar
og onnur í økinum rundanum, tá okkurt serligt skuldi gerast burturúr, so
sum vígslumyndir, jólamyndir, skúlamyndir og serstøk høvi. Og
Fotomiðstøðin hjá Judith var staðið, har man fór at keypa sínar 24 stk
ella 36 stk filmar áðrenn summarferiuna, og spent(ur) heintaði tær
nakrar vikur inn í skúlaárið, fyri at vita um ikki onkur góð mynd mundi
vera ímillum.
Judith er fødd Berg Olsen og vaks upp á Toftum. Í 1961 giftist hon
toftamanninum Karl Johannessen, og búðleikaðust tey fyrstu 3 árini í
Havn, har hann lærdi til timburmann og hon hjá Bambus Foto. Eftir lokna
útbúgving búsettust tey á Toftum. Í 70´árunum bygdu Karl og bróðurin
Hjalmar bygningin á Heiðavegi 53, og í 1979 byrjaði Judith egið
myndavirksemi í innara (norðara) partinum av bygninginum undir navninum
"Fotomiðstøðin". Hetta má sigast at vera bæði slóðbrótandi í sjálvum
sær, og heilt einastandandi fyri eina unga kvinnu við 3 børnum, manni og
heimi í sjeyti-árunum. Judith arbeiddi í og fyri sítt lívsverk so leingi
hon orkaði, og helst nakað væl afturat. Í 2008 yvirtók seinasti
lærlingur hennara, Sunrið í Gong, virksemi, sum hon koyrdi víðari á
staðnum í nøkur ár. Sunrið er framvegis virkin sum myndakvinna
aðrastaðni í landinum.
Við navninum "Hjá Judith" verður heiður og virðing víst hesi lokalu
megnarkvinnu og slóðbrótara innan føroyska mynda-list og vinnu. Hølini
liggja mitt í býnum, eru lætt atkomilig við góðum parkeringsmøguleikum,
og kunnu leigast og nýtast til alt hugsandi virksemi í passandi stødd.
Finleif Mortensen er víðagitin føroyskur listamaður, ið málar abstraktar
oljumálningar við vøkrum litum og einføldum landsløgum. Hann leggur dent
á at fanga huglagið og rúttmuna í náttúruni, serliga úr Norðoyggjum og
Streymoynni. Finleif hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og
uttanlands, og hevur givið út myndabók úr føroysku fjøllunum.
Framsýningin og hølini lata upp týsdagin kl. 15, og verður opið kl
15-18 allar dagarnar til og við fríggjadagin 24. apríl. Listamaðurin
verður til staðar allar dagarnar undir framsýningini.
Útvarpsstøðin Aldan, sum húsast í sama bygningi, verður til staðar til
upplatingina, og vera samrøður við listamannin og við fólk við vitan um
søguna á staðnum og onnur, at hoyra seinnapartin. Aldan hoyrist á FM
kring alt landið og á aldan.fo ella Aldu-appini
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Listaframsýning við Finleif Mortensen
Aldan
4 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum
13 tímar síðan
Silvurdrongur takkar fyri seg
16. apríl kl. 14:52
Tað er brot á mannarættindini
16. apríl kl. 13:47
Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt
16. apríl kl. 07:41
Haldi tykkum burtur
17. apríl kl. 20:02
Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið
15. apríl kl. 07:43
Leys størv
Kunngerðir
Ógildislýsing
Føroya Lívstrygging boðar frá, at niðanfyri nevndu tryggingarskjøl eru burtur blivin.
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá Reyða Krossi Føroya, sum varð útsettur fyri veður, verður í staðin hildin: sunnudagin 10. mai kl 15.00
Roðaleikir í Roðanum 2026
Dagurin verður hildin 23. apríl í Bylgjuni í Runavík frá kl. 10.00 til 14.00.