Ongi úrslit

Sparkaði løgreglumann í andlitið og setti eisini fram hóttanir

Áki Bertholdsen
7. sepember kl. 09:50

Fyrrapartin í gjár handtók løgreglan ein mann og hann skal fyri rættin nú í morgun.

Løgreglan sigur, at nøkur fólk komu til ilnar og tá ið løgreglan skuldi leggja upp í at skilja sundur, varð ein løgreglumaður sparkaður í andlitið.

Hóttanir vórðu eisini settar fram ímóti løgreglufólkunum.

Gerningsmaðurin varð handtikin og skuldsettur. Men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar, vísti tað seg, at gerningsmaðurin hevur gjørt nøkunlunda sama brotsverk eina ferð fyrr í ár.

Tí varð hann settur í brummuna og sostatt verður hann førdur fyri rættin í morgun við kravið um, at hann verður varðhaldsfongslaður.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

4 tímar síðan

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41