Spania hevur stongt sítt loftrúm fyri amerikanskum flogførum, sum eru við í álopum á Iran, sigur Margarita Robles, spanski verjumálaráðharrin.
- Vit loyva ikki nýtslu av okkara okkara hernaðarstøðum, og ei heldur nýtslu av loftrúmi til tiltøk í sambandi við kríggið í Iran. Hettar segði hon, sambært spanska El Pais, við tíðindafólk í Madrid.