Ongi úrslit

Spania tapti ímóti Montenegro

Eftir fyrsta dystin í miðumfarinum er bólkurin hjá Føroyum púra opin undan dystinum, sum í kvøld verður ímóti Týsklandi

Jonhard Hammer
12 tímar síðan

Klokkan 19.30 verður fyrsta bríksl í Dortmund millum týsku stórfavottirnar og Føroyar.

Fyrsti dysturin í hesum bólkinum í miðumfarinum var fyrr í dag, tá ið Spania tapti 31 – 29 ímóti Montenegro. Spania var annars stóran part av tíðini á odda, men ímóti endanum snávaði Spania, sum harvið er illa spert, tí Spania tapti í innleiðandi umfarinum ímóti Føroyum.

Úrslitið millum Montnegro og Spania í dag er av álvara áhugavert fyri Føroyar, sum seinnapartin hósdagin fara at spæla ímóti Montenegro. Uttan mun til hvussu úrslitið verður ímóti Týsklandi í kvøld, so kann tað fara at vísa seg, at sigur hósdagin ímóti Montenegro fer at bera við sær, at Føroyar fara at hava møguleika við sigri ímóti Íslandi leygarkvøldið at vinna seg í fjórðingsfinaluna.

Dysturin verður í Westfalenhalle í Dortmund, har tað er pláss fyri 15 túsund áskoðarum. Tað verður fullsett, og millum mongu heimaáskoðararnar vera nakrir føroyskir áskoðarar. Teir vera ikki so nógvir, sum teir vóru í teimum trimum dystunum í Trier, tí nógvir av føroyingunum, sum vóru har, eru komnir til hús aftur. Onkrir føroyingar eru nú farnir niður til Dortmund.

Tað eru 18 føroyskir spælarar í hópinum. 16 eru á listanum hvørja ferð, og nú er greitt, at tað verður skift út. Nýggjar á listanum í kvøld eru málverjin Gylta á Neystabø og Maria Halsdóttir Weyhe. Tær avloysa málverjan Anniku Fríðheim Petersen og Mariannu Geirsdóttir Eystberg. Í  36 – 25 sigrinum ímóti Paraguay sunnudagin skoraði Marianna fýra mál.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísir dystin, og tað fer at bera til at fylgja við í Keypmannahavn, har dysturin verður vísur í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv.

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Minningarorð um Paula Nielsen: Hann var ikki tann, sum ræddist broytingar

26. november kl. 12:20