Sunnudagin fer hitin væntandi upp í 40 stig í Sevilla-økinum í Spania.
Ein veðurlagsfrøðingur, sum Dagbladet.no tosaði við, sigur, at hetta kann sera væl gerast tað nýggja normala í Evropa.
- Tað er eitt stórt reytt flagg, hvussu skjótt broytingarnar í veðurlagnum í heiminum henda, heldur granskarin Hans Olav Hygen.
Hann sigur eisini at hann undrast sera nógv á, hvussu tíðliga á árinum hendan hitabylgjan rakar Suðurevropa.
Nøkur hitamet vórðu sett í Spania, Portugal og Fraklandi longu í mai.
Hettar er eitt rák vit koma at síggja meira av væntar hann.
- Eg haldi, at hitabylgjur verða ein týðandi partur av veðurlagsmyndini. - Serliga í Suðurevropa í nærmastu framtíð, sigur granskarin.
Í 2023 varð Spania eisini rakt av líknandi hitabylgju.
Dana er enn eitt veðurfyribrygdi Spania hevur verið rakt nógv av. Bæði í vetur við nógvum glopraregni og vatnflóð sum tóku fólk og bilar við sær.
So seint sum í gjárakvøldið bleiv steikjandi hitin avbrotin av DANA, sum kom inn frá Atlantshavinum.
Tað ferðaðist tó skjótt víðari og í dag eru uml. 32 gradir í skrivandi stund í Andalusia, har suðuri í landinum.
Spyr man Spaniara sjálvar, ella onnur fastbúgvandi, siga tey at tað altíð hevur verið skiftandi við varmanum. Hitastig yvur 40 gradir er einki nýtt.
Tey øtast meira yvur regndagarnir. Tey minnast tað aldrin hava regnað so illa sum seinastu árini.
Dimma.fo skrivaði fyri kortum um hitan í Spania og lýstu vit har sólráðini sum sponsku mynduleikarnir geva út. Tey eru alneyðug at fylgja um man ætlar sær í feriu sunnanfyri, tá tað er heitast.
Sí https://dimma.fo/grein/ogvuliga-heitt-sunnanfyri