Ongi úrslit

Sólvit Nolsø: Ongin eigur at taka synd í nøkrum politikkara

Sólvit Emilsson Nolsø gevst endaliga í politikki um tríggjar vikur. Hoyr hann greiða frá søguni um ein introvertan mann, sum tó altíð hevur verið drigin at størvum ið krevja stóra almenna eksponering. Hoyr hvussi áhugi hansara á ungum árum birtist fyri politikki, um skiftið frá Havnar Framburðsfelagi í fjølmiðlaheimin og um tilgongdina inn aftur í politikk.

Ragnar Sjúrðarson
6. august 2025 kl. 09:37

Í samrøðuni gevur Sólvit fyri fyrstuferð innlit í hørðu ósemjurnar innanveggja í Fólkaflokkinum. Hann fortelur søguna um sammøðurmálið tá hann sjálvur vildi leggja frá sær sum floksskrivari, men í staðin endaði við at blíva landsstýrismaður fyri flokkin. Um niðurbræðingina hjá eina veinginum í flokkinum til seinasta løgtingsval og um skiftið til Framsókn, sum sambært honum sjálvum møguliga var ein ov skjótt tikin avgerð. Í dag stendur maðurin í durunum ávegis út úr politikki. Í viðførinum hevur hann takksemi fyri mongu møguleikarnar, samstundis sum hann ásannar, at flokkur hansara ikki hevur rokkið høvuðsmálinum um haldføri, og at ov fá verulig tiltøk eru sett í verk fyri at føra politikkin sum flokkurin fór til val uppá út í veruleikan.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

12 tímar síðan

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18