Sóley Sjúrðaberg úr Leirvík er sett í starv sum integratiónssamskipari fyri norðurøkið, sum fevnir um Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Kunoyar, Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu.
Í integratiónslógini frá desember 2024 er ásett, at hvør kommuna í seinasta lagi 1. juli 2026 skal hava integratiónssamskipara, hvørs uppgáva er at menna integratiónstilgongdina, standa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og hava samband við tilflytarar við tí fyri eyga, at hesi skulu kenna seg sum partur av nærumhvørvinum. Víðari heimilar lógin, at kommunur kunnu samstarva um integratión og samskiparar.
Søguligt samstarv
Við støði í hesum hava Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Kunoyar, Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommuna gjørt samstarvsavtalu um integratiónssamskipara fyri norðurøkið, sum telur íalt umleið 10.500 íbúgvar.
Hetta samstarv kann sigast at vera søguligt, tí hetta er fyrsta formliga samtykta samstarv av hesum slagi millum kommunurnar báðu megin Norðoyatunnilin, sum lat upp fyri almennari ferðslu í apríl mánað 2006.
Starvið sum integratiónssamskipari fyri norðurøkið varð lýst leyst, og inn komu 22 umsóknir.
Sóley Sjúrðaberg, sum er búsitandi í Leirvík, er nú sett í starvið, har hon byrjar 1. mai 2026. Sóley, sum er 41 ára gomul, gjørdist master í heilsuvísindum í 2022 frá Fróðskaparsetri Føroya. Framman undan hesum hevði hon m.a. útbúgving sum ergoterapeutur í 2011.
Umframt fleiri ára starvsroyndir sum ergoterapeutur hevur Sóley starvast sum varaleiðari í ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum og leiðandi ergoterapeutur á fysio- og ergoterapieindini Ven og Virka hjá NBH.
Í størvum sínum hevur Sóley vunnið sær hollar royndir innan almenna leiðslu og menning av tænastum, har partar av ábyrgdum hennara hava verið at virka fyri at byggja upp og skipa nýggj arbeiðsøki frá grundini, seta kós fyri góðskukrøvum og arbeiðsgongdum og at samstarva tvørfakliga. Harumframt hevur hon drúgvar royndir innan vegleiðing og undirvísing.
Arbeiðsøki integratiónssamskiparans fevnir um allar kommunurnar í norðurøkinum, meðan tann formliga starvssetanin er hjá Klaksvíkar kommunu. Fasta staðsetingin er hjá Klaksvíkar kommunu í tøttum samstarvi við allar kommununar í samstarvinum og samskiparin fer eisini at hava regluligar arbeiðsdagar hjá teimum.