Tað ber væl til at byggja virkið hjá Varðanum Pelagic út upp á ein máta, sum ikki elvir til so stóra misnøgd.
Tað heldur Petur Hammer á Tvøroyri.
Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, ætlar Varðin Pelagic at byggja út og í tí sambandi skal fyllaast út eystureftir, har eitt nýtt virki til at gera lýsi og protein, skal byggjast.
Men byggingin hevur elvt til eina ávísa ónøgd, tí tað eru nøkur, sum halda, at hetta er eitt stórt inntriv í náttúruna, samstundis sum at fleiri av neystunum fara fyri skeyti. Tað eru eisini nøkur, sum ikki vilja hava, at eitt slíkt ídnaðarvirkið verður bygt framman fyri hjá teimum.
Petur Hammer heldur, at tað ber væl til at byggja út, uttan at gera so stórt inntriv, sum talan her er um.
– Hetta er ikki eitt mótmæli ímóti at Varðin byggir út. Eg taki undir við, at Varðin sleppur at byggja út, leggur hann dent á.
– Men eg haldi, at tað kann gerast, uttan at inntrivið verður so stórt, leggur hann afturat.
Tí hevur hann teknað eina útbygging, har uppfylling verður snarað nøkur stig út frá landi.
Hann heldur, at fleiri fyrimunir eru við hesum uppskotinum.
Soleiðis ætlar Varðin Pelagic at byggja út á Tvøroyri
– Fyri tað fyrsta ganga neystini frí, so at tey framvegis kunnu brúkast. Og harafturat ber til at gera eina lítla bátahavn innan fyri, so at vit fáa ein serligt umhvørvi har, sum hevur við bátar og fjørðin at gera, heldur hann.
Samstundis vísir hann á, at skip verða alsamt størri og verður útfyllingin snarað út frá landi, sum tekningin vísir, verður tað væl djúpari við atløgubryggjuna.
Samstundis ber til at gera ein ferjuskráa, sum eisini Smyril kann brúka í eini neyðstøðu, ella í eini støðu, har Krambatangi, av onkrari orsøk ikki kann brúkast.
– Og skal Varðin byggja enn meiri út seinni, er bara ein vegur og tað er úteftir, men verður útfyllingin snarað út á fjørðin, slepst frá at taka alla strondina, leggur hann afturat.
Petur Hammer ásannar, at hetta er ein dýrari loysn. Men hann heldur ikki, at pengar eiga at vera avgerandi fyri um vit fáa ta bestu loysnina, ella ikki.
Men hetta heldur Petur Hammer er ein betri loysn
Og samstundis er Varðin ein av peningasterkastu fyritøkunum í landinum, so hetta snýr seg ikki um pengar, men um vilja, heldur Petur Hammer.
Hann heldur somuleiðis, at enn er tað ikki ov seint at broyta útbyggingingarætlanina.
Petur Hammer sigur, at tað eru nógv dømi um, har stórar byggiætlanir eru broyttar fyri at finna loysnir, bæði fyri náttúru og fyri borgaran.
Eitt dømi er Hovstunnilin. Myndugleikarnir ætlaðu at leggja tunnilin nógv longri upp í fjøllunum, men tá tók hann málið upp, og sum fráleið, tóku alsamt fleiri við honum, og endin varð, at tunnilin er har, sum hann er.
Hetta varð ein dýrari tunnil, men, hetta er ein loysn, ongin vildi verið fyri uttan, sigur Petur Hammer.
Hann heldur, at tað sama fer at gera seg galdandi í hesum føri. Tað ræður um at hyggja fram í tíðina, og er viljin til staðar, og hava politikarar dirvi til tað, ber væl til at broyta ætlanina.
Hann hugsar eisini um turrdokkina, Mest ætlar at gera á Skála. Tann ætlanin er broytt, so hon er flutt longur út á fjørðin fyri at inntrivið í náttúruna ikki er so stórt og so at hon ikki tekur so nógv útsýnið frá fólki har um vegir.
Tórshavnar Havn ætlaði eisini at byggja út fram við Skansanum, men tann ætlanin varð broytt, so at bygt varð út í fjørðin ístaðin.
Og nú verður ætlanin at byggja nýggja kirkju fram við Sandá á Argjum, kanska slept so at kirkjan verður bygt aðrastaðni.
Petur Hammer sigur, at hann hevur latið býráðslimum uppskotið, men frætti einki aftur. Hinvegin hevur eisini tosað við neystaeigarar og teir hava tikið væl undir við.
Petur Hammer sigur, at tað eru eisini dømi í Danmark um, at tey hava valt náttúruvinarligar loysnir, hóast tað kostar nógv meiri.
Fyri nøkrum árum síðani var ætlanin at gera nýggjan motorveg í Eysturjútlandi. Men motorvegurin fór at liggja ov nær Gudenåen, men hann varð varð fluttur, hóast eykarokningin var eina ein heil milliard.
– Eisini í hesum føri vóru tað privatfólk, sum tóku stig til at broyta ætlanina, tí tey hildu, at inntrivið í náttúruna var ov stórt.
Og tað eydnaðist at fáa myndugleikarnar at skifta meining, tí tey ásannaðu, tað var ein betri loysn fyri framtíðina at flyta hann, hóast eykarokningin var upp á eina milliard.