Ongi úrslit

Sóknast eftir søgum og myndum um Dannebrog

Í sambandi við at Dannebrog verður 90 ára gamalt, sóknast eitt savn eftir myndum og minnum til eina framsýning, ið skal lýsa sambandið millum Dannebrog og f´ólkið.

Steinar Patursson
23. sepember 2021 kl. 10:23

Savnið M/S Museet for Søfart sóknast nú eftir eftir søgum og minnum, har almenna fólkið hevur verið í sambandi við kongaskipið Dannebrog, og tí heita tey á fólk, ið hava minni, søgur ella myndir um at koma við hesum.

Ætlanin er at brúka tilfarið til eina framsýning í sambandi við, at kongaskipið verður 90 ár. Museet for Søfart sigur, at framsýningin skal snúgva seg um kongafamiljuna, manningina, týdningin hjá skipinum og ikki minst tey møti, ið fólkið hevur havt við skipið.

- Í tí sambandi leita vit eftir forteljingum, myndum, minnum og kanska eisini lutum, ið kunnu fortelja søguna um Dannebrog, sigur Museet for Søfart.

Framsýningin skal geva innlit í lívið umborð á Dannebrog og sýnið hjá kongafamiljuni á Danmark - sæð frá sjónum. Eisini skal framsýningin fortelja søguna um sambandið millum kongaskipið og fólkið.

Framsýningin byrjar í februar komandi ár, og tey, ið hava eitthvørt at lata savninum, verða biðin um at venda sær til [email protected].

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Læknar hava svikað fyri milliardir

6 tímar síðan

Voxbotn við Tjarnir: ein brakandi success

29. juni kl. 12:40

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00