Ongi úrslit

Søk yrkisleið í ES

Danmark er í løtuni munandi undirumboðað

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Danska Uttanríkisráðið skrivar at frá í dag av, kunnu danskir ríkisborgarar offisielt søkja um yrkisleið í ES, og ráðharrin í evropeiskum viðurskiftum eggjar øllum til at søkja

Evropeiska starvsfólkavalstovan (EPSO) letur í dag upp tilmelding til ES-rekrutteringskappingina fyri generalistar. Tað er tann sonevndi concours sum er latin upp. Kappingin er tann fyrsta av sínum slagi síðani 2019 og harvið ein leingi væntaður møguleiki at fáa fleiri evnaríkar danir inn á ES-stovnarnar.

-Evropa stendur fyri einum nýggjum geopolitiskum veruleika, har tað er vorðið týdningarmiklari enn nakrantíð, at Evropa gerst sterkari og sjálvstøðugt. Nógvar av teimum stóru avgerðunum um framtíðina hjá Evropa verða tiknar í Bruxelles – hjartanum í ES. Tíverri er Danmark í løtuni munandi undirumboðað í ES-stovnunum. búgvin til, at vit kunnu fáa fleiri donsk talent inn á evropeiska pallin,”sigur Marie Bjerre, ráðharri í evropeiskum viðurskiftum.

ES-valkappingin gevur atgongd til yrkisleið á øllum ES-stovnum – t.d. ES-nevndini, ES-tinginum, ES-dómstólinum – umframt atgongd til yrkisleið í eini av sendinevndunum hjá ES External Action Service kring heimin.

Umsóknarvindeygað er opið frá 5. februar til 10. mars 2026 umvegis heimasíðuna hjá EPSO. Sjálvar royndirnar verða væntandi um summarið 2026. Í uppskotinum til royndina kanst tú fáa útbúgvingartilfar og vegleiðing frá Fíggjarmálaráðnum og Uttanríkisráðnum.

Fíggjarmálaráðið og Uttanríkisráðið fara regluliga at kunna um tíðarfreistir og aðrar ítøkiligar upplýsingar, sum hava við próvtøkuna at gera. Fylg nýggjastu tíðindunum um yrkismøguleikar í ES umvegis LinkedIn vangamyndina Danir í ES. Les meira á heimasíðuni hjá EPSO á UM.dk ella í handbókini hjá Fíggjarmálaráðnum um yrkismøguleikar í ES.

Tú skalt vera ríkisborgari í einum ES-landi, hava kandidatútbúgving og duga væl, í minsta lagi tvey ES-mál.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

8 tímar síðan