Ongi úrslit

Søkja eftir fólki at ráðgeva um gransking

Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni

Í núverandi ráðnum sita: - Tórheðin J. Jensen, DBA, marknaðarførings- og umsitingarleiðari, formaður (2022-2026) - Magni Mohr, ph.d. í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, dekanur (2024-2026) - Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, ráðgevi (2024-2028) - Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, granskari ráðgevi (2024-2028) - Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum (2022-2026) - Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, lektari (2024-2028) - Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, leiðari (2022-2026) Magni Mohr varð valdur í ráðið fyri Anniku Helgadóttir Davidsen, sum varð vald frá 1. apríl 2022, men sum seinni segði seg úr ráðnum vegna aðrar uppgávur.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
2 tímar síðan

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir uppskotum um forfólk og limir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Til ber at koma við uppskotum um onnur, men til ber eisini at skjóta seg sjálvan upp sum lim. Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, og um hvussu hesi kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum.

Ráðslimir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.

Grundað uppskot skulu sendast til: [email protected]

Freistin at lata uppskot inn er 6. mars 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14