Ongi úrslit

Smábátur fyltist við sjógvi við Molan í Havn

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt óhapp á molanum í Havn.

Sjógvur var komin í ein smábát, sum hevði borið við Molan. Men maðurin, sum var einsamallur í honum, slapp sær í land, men hann royndi halda bátinum so frægt uppi, at hann ikki fór heilt til botns.

Bjargingarskipið, Tjaldrið, kom til hjálpar, og arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum fekk sleipað hann inn í Álaker.

Løgreglan sigur, at tey vita ikki reiðiliga hví sjógvur kom í bátin um tað var tí at hann sigldi á Molan og fór at leka, ella um tað kanska vóru aldur frá onkrum øðrum báti, sum gjørdi, at sjógvur kom í hann - ella um tað var okkurt heilt annað, sum var orsøkin.

Hann hevði ikki nakrar sjónligar skaðar, so tað eru viðurkifti, sum skulu kannast. Men løgreglan sigur, at rúsdrekka var í hvusu so er ikki uppi í.    

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

23 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

4 tímar síðan